”Flaktur saltfiskur” Skeribretti

kr. 1.465,00

Lýsing

Søgan: Í verkstaðnum hjá BJ Hammer sp/f, verður hettar skeribrettið framleitt. í verkstaðnum, sum liggur í sunnasta endanum av Norðragøtu, í stóra hølinum, verða skeribrettini skorin út við einum stórum fresara.  Tá hettar er gjørt, verður brettið tikið inn í lítla hølið, og har verður sniðið, sum tú hevur avgjørt, geislaprenta á brettið, sum at enda verður viðgjørt við mineralolju. Úrslitið er hettar sera snøgga, føroysk-framleidda skeribrettið, sum, við tínum sniðið, nokk eisini er tað einasta av sínum slagi!

Skeribrettið ímyndar ein flaktan saltfisk og er 60 cm langt og 32 cm breitt.

Hvussu ger man: Um tú ynskir at bíleggja eitt slíkt skerbretti við eitt nú øðrum báti og teksti, skalt tú skriva tað í viðmerkingarteigin, tá ið tú keypur brettið. Síðani venda vit aftur við einum uppskotið, fyri at tryggja okkum, at tú fært júst tað tú ynskir.  Um tú ynskir at koma framvið ella at práta við okkum umvegis telefon ella teldupost, so ert tú meir enn vælkomin til tað.